Kom á bingo 23. apríl!!!!

Bingo í Føroyahúsinum
23. apríl kl. 19 skipar Húsakórið fyri bingo í Føroyahúsinum í sambandi við ferð til Cork International Choral Festival í Írlandi, har Húsakórið í fimm dagar í apríl/mai hevur sjey framførslur við kvæðaløgum og øðrum góðum føroyskum kórsangi.

Aftur hesaferð hava vit eina ørgrynnu av góðum vinningum, m.a. eina ferð við Atlantic, góðan føroyskan mat og mangt, mangt annað. Kom til eitt hugnaligt kvøld við bingospæli, einum góðum drekkamunni og stuðla samstundis útbreiðslu av føroyskari mentan uttanlands.

Cork er næststørsti býur í Írlandi, og talan er um størsta kórfestival í heiminum. Hvørt ár eru umleið 100 kór (umleið 5.000 fólk) á Cork International Choral Festival, og hetta er fyrstu ferð, at Húsakórið er við. Les meira um kórstevnuna á http://www.corkchoral.ie/about/.

Endamálið við okkara luttøku er sjálvandi at føra fram føroyska sangmentan uttanlands, og at menna tónlistarligu førleikarnar hjá limum okkara á heimsins størsta fagnaði fyri kórtónleiki.

Published by

Leave a Reply