Bingo fyri Barcelonaferð Húsakórsins!

Húsakórið Cork 2015

Foto: Sean Creagh

Kom á bingo í Føroyahúsinum mikukvøldið 9. mars kl 19 og vinn:

  • Gávukort frá Atlantic Airways (virði 2 000 kr)
  • Avspenningsviðgerð frá Psykomotorisk terapi og afspænding (virði 1 920 kr)
  • Eina Phillips hvirlu (virði 1 400 kr)
  • Gávukort frá Skemmuni (1 000 kr)
  • Lenovo teldil (virði 995 kr)
  • Eina nespressomaskinu (virði 700 kr)
  • Góðan føroyskan mat

…og mangt, mangt annað.

Tiltakið er til frama fyri konsertferð Húsakórsins til Barcelona í maj.

 

Bingo 4. november!!!!

Húsakórið Cork 2015

Foto: Sean Creagh

Kom á bingo í Føroyahúsinum mikuvøldið 4. november kl. 19.00.
Húsakórið skipar fyri bingo til frama fyri konsertferð til Barcelona til várs.
Sum altíð hevur Húsakórið nógvar og góðar lutir. Nærri kunning um teir spennandi bingolutirnar kemur seinni…

Tíð: Mikukvøldið 4.november kl. 19.00
Stað: Føroyahúsið, Vesterbrogade 17A,
1620 København V

 

Kom á bingo 23. apríl!!!!

Bingo í Føroyahúsinum
23. apríl kl. 19 skipar Húsakórið fyri bingo í Føroyahúsinum í sambandi við ferð til Cork International Choral Festival í Írlandi, har Húsakórið í fimm dagar í apríl/mai hevur sjey framførslur við kvæðaløgum og øðrum góðum føroyskum kórsangi.

Aftur hesaferð hava vit eina ørgrynnu av góðum vinningum, m.a. eina ferð við Atlantic, góðan føroyskan mat og mangt, mangt annað. Kom til eitt hugnaligt kvøld við bingospæli, einum góðum drekkamunni og stuðla samstundis útbreiðslu av føroyskari mentan uttanlands.

Cork er næststørsti býur í Írlandi, og talan er um størsta kórfestival í heiminum. Hvørt ár eru umleið 100 kór (umleið 5.000 fólk) á Cork International Choral Festival, og hetta er fyrstu ferð, at Húsakórið er við. Les meira um kórstevnuna á http://www.corkchoral.ie/about/.

Endamálið við okkara luttøku er sjálvandi at føra fram føroyska sangmentan uttanlands, og at menna tónlistarligu førleikarnar hjá limum okkara á heimsins størsta fagnaði fyri kórtónleiki.

Kom á bingo 13. november!!!!!

Bingo í FøroyahúsinumHóskvøldið 13. november skipar Húsakórið fyri bingo í Føroyahúsinum, og har vera nógvir góðir vinningar.

  • Vinn flogferð við Atlantic Airways t/r til Fø
  • G! atgongumerki 2015
  • Atgongumerki til Eivør konsert
  • Skerpikjøt
  • Fiskaflak eskjur á 3 kg
  • Ræstan fisk
  • Design-vørur frá føroyskum og útlendskum sniðgevum
  • Bundin pløgg
  • Silvur revpelskraga (virði 3000 kr)
  • Gávukort. M.a. til hondlesing, avspenning, design og matstað
  • Kvalitets reyðvín í eskju v. 3 fl.
  • Georg Jensen Bloom skálir
  • Smarta grýtu
  • Og mangt annað…

Vit spæla 10 spøl og hava lottarí millum hvørt spælið, so har vera nógvir møguleikar at vinna ein av teimum mongu góvu vinningunum.

Húsakórið skipar fyri bingo til frama fyri konsertferð til Írlands til várs.